Í oktober í fjør varð boðað frá, at Depilin í Skálavík frá komandi skúlaári av verður kristin eftirskúli.
Les meira: Depilin í Skálavík verður kristin eftirskúli
Nú er greitt, hvør verður leiðari á skúlanuÍ gjárkvøldið boðaði Brúgvin frá, at
Erika Niclasen úr Klaksvík er sett í starv sum leiðari á eftirskúlanum.
Erika er 26 ára gomul. Hon hevur professiónsbachelor sum sosialráðgevi og hevur nógvar royndir við ungdómsarbeiði bæði í Føroyum og í Danmark. Í starvi sínum hjá Apostolsk Kirke við starvsstaði á Fredriksberg hevur hon verið knýtt at tveimum eftirskúlum hjá netverkinum, skrivar Brúgvin á heimasíðu sínari.
Har ber eisini til at lesa um, hvussu nýggi leiðarin sær uppá uppgávuna.
Í fyrstu atløgu verður talan um ein eftirskúla við 10. flokki, men loyvið frá Mentamálaráðnum er fyri einum skúla fyri alla framhaldsdeildina, so seinni verður møguliga eisini 8. og 9. flokkur við í nýggja eftirskúlatilboðnum.
Sí eisini: Video við Hjørdis Háberg Petersen: Kedd um at øll ikki taka undir við kristna eftirskúlanum
Innanlands
Erika Niclasen sett í starv sum leiðari á eftirskúlanum Brúnni
Unga klaksvíkskvinnan er sosialráðgevi og hevur nógvar royndir við ungdómsarbeiði.
Mynd: brugvin.fo
2020-04-15 07:21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald