Innanlands

Erla Kongsdóttir sett í sigling millum Gomlurætt og Hvalba

Siglt verður av Gomlurætt klokkan 15.30 og úr Hvalba klokkan 17.15, boðar Strandferðslan frá

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2024-09-06 15:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á middegi boðaði Strandferðslan frá, at tveir túrar hjá Smyrli vóru avlýstir orsakað av átrokandi umvælingum, og Strandferðslan hevur nú sett Erlu Kongsdóttir í sigling millum Gomlurætt og Hvalba.

Erla Kongsdóttir siglir klokkan 15.30 av Gomlurætt, og siglt verður aftur úr Hvalba klokkan 17.15.

Pláss er fyri 96 ferðandi, og akfør sleppa ikki við hesar túrarnar, verður sagt.

Bussleiðirnar í Suðuroynni, leið 700 0g 701, koyra í sambandi við túrarnar hjá Erlu Kongsdóttir.

Fyrst var upplýst, at Smyril, um umvælingin gekk sum ætlað, kundi fara í sigling aftur klokkan 18.30 í kvøld, men boðað verður nú frá, at eingin sigling á leið 7 verður tað, ið eftir er av degnum. Nú er ætlanin, at Smyril siglir aftur av Havnini klokkan sjey leygarmorgunin.

Dagførd kl 15.53

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder