2025-12-09 12:07
Tingfundurin í morgun byrjaði við, at løgtingsforkvinnan last upp brav frá tjóðveldistingkvinnuni Hervør Pálsdóttir, at hon fer í farloyvi frá í dag at rokna. Hon boðar sjálv frá tá hon tekur sæti á løgtingi aftur.
Tað vakti eitt sindur av undran, tá Hervør Pálsdóttir boðaði frá, at hon fór úr barsilsfarloyvi og aftur í tingi meðan lógin um fosturtøka varð til viðgerðar.
Tað málið var sum kunnugt samtykt í farnu viku, og nú hevur tjóðveldiskvinnan tikið avgerð um at fara aftur í farloyvi.
Næsti maður á listanum hjá Tjóðveldi er Erling Eidisgaard, sum settist aftur við tingborðið í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald