
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen tók í gjárkvøldið Evropa á bóli og sang seg í Eurovisionfinaluna.
Tað var ordiliga stuttligt. Eg eri øgiliga glað, men tað kann altíð gerast betri. Høgi tónin kundi verið betur, men tað var nokk. Mítt botnstig er hægri enn hjá nógvum øðrum, so eg má vera taknemlig og ikki vera so hørð við meg sjálvan segði Sissal tá Kringvarpið hitti hana eftir undanumfarið í gjárkvøldið.
Takk fyri allan stuðulin. Tað er so fantastiskt at síggja kakurnar sum bakaríini gera, og fólk senda mær so nógv boð. Eg eri so ræðuliga glað og errin fyri at vera føroyingur, segði havnarkvinnan.
Hetta er fyrstu ferð síðan 2019, at Danmark er í finaluni í Eurovision.
Allur dagurin í dag fer til fyrieikingar til stóru framførsluna sum er longu í morgin leygakvøld klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald