
Kringvarpið skrivar í dag um eitt heldur óvanligt mál, ið snýr seg um tvey innbrot á Landssjúkrahúsið.
Talan er um tveir ungar menn - tann eini er 17 ára gamal og hin er 19 ára gamal - sum fyrstu brutu inn týsdagin 10.januar og tóku ymiskt ting, so sum fartelefonir, oyrasniglar og telduskíggjar.
Síðani bíðaðu tjóvarnir í tólv dagar. Sunnudagin sagaðu teir millum annað hurðar upp og vóru víða umkring á Landssjúkrahúsinum og á Eirargarði. Hetta hevur løgreglan upplýst fyri Kringvarpinum - upplýst verður tó ikki hvat varð tikið hesuferð.
Handtiknir týsdagin - hava játtað seg sekar
Sambært upplýsingunum hjá løgregluni hava ungu persónarnir fyrireika seg væl. Vakmyndatól vísa, at teir vóru í drakt, handskum og munnbindi undir innbrotunum. Hetta hevði so við sær, at tað ikki bar til at fáa nøkur fingramerki ella DNA, skirvar KVF.
Tó hevur løgreglan aðra útgerð og aðrar hættir, og skjótt eftir seinna innbrotið kundu teir seku eyðmerkjast.
Tjóvarnir vórðu handtiknir týsdagin, løgreglan fann tað, sum stolið var frá Landssjúkrahúsinum, og teir játtaðu seg sekar í innbrotunum.
Tað er ikki vist enn, hvør revsing verður givin í málinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald