2019-07-09 11:03
Ósemja er í Tórshavnar Býráð um hvat skal gerast við hallirnar í gamla Kommunuskúlanum, sum nú er Finsen.
Kringvarpið skrivar at meirilutin hevur samtykt at brúka 3,7 milliónir krónur til at gera ovaru hæddina til listaverkstað, meðan niðara hæddin skal verða virknishøll fyri skúla, frítíðarskúla og fólk yvirhøvur á niðaru hæddini. Minnilutin vil brúka báðar hæddirnar til innandura spælipláss.
Kringvarpið veit eisini at siga, at býráðið hevur samtykt at tað verður smápartafelagið ÁTS, sum kemur at gera hallirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald