Uttanlands

ES áleggur revsitoll á amerikanskar vørur

ES-londini fara í morgin at leggja 25% í revsitolli á fleiri amerikanskar vørur

Jean-Claude Juncker, formaður í ES-nevndini (Mynd: EPA)

Jean-Claude Juncker, formaður í ES-nevndini (Mynd: EPA)

2018-06-21 10:51 Author image
Oda Strøm
placeholder

ES fer í morgin at koyra revsitoll upp á 25% ávísar amerikanskar vørur, m.a. Harley Davidson motorsúkklur, bourbon, peanuts og Levi's buksur.

Hetta er aftursvar til tollin, sum USA koyrdi á stál og aluminium frá ES fyrr í mánaðinum, sigur ES-nevndin í tíðindaskrivi.

Mett verður, at amerikanskar vørur fyri umleið 21 milliardir krónur verða raktar av revistollinum.

- Vit hava ikki hug at gera hetta, men vit hava einki val, segði ES handilskommisserurin Cecilia Malmstrom sambært Reuters.

Donald Trump álegði revsitoll móti ES, Kanada og Meksiko upp á 25% fyri stál og 10% fyri aluminium í byrjanini av juni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder