Eitt handilskríggj millum ES og USA tykist ikki at blíva til nakað hóast alt.
Forsetin í USA, Donald Trump, og formaður í ES-kommissiónini, Jean-Claude Juncker, eru á kreppufundi blivnir samdir um eina avtalu, sum skal bremsa einum handilskríggi millum partarnar.
Avtalan gongur m.a. út uppá, at ES lovar at innflyta meira natúrgass og soyabønir úr USA.
Báðir partar fara eisini at arbeiða fram ímóti at álagdur tollur á fleiri vørum, m.a. bilum, skal avtakast, og ætlanir um nýggjan revsitoll verða steðgaðar.
Donald Trump hevur eisini lovað at umhugsa revsitollin, sum fyrr í ár varð álagdur á stál og aluminium frá ES.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald