Innanlands

Esla víðkar um virksemið

Leygardagin 19. januar, var hátíðarløta í handlinum Esla, við Sílánna á Tvøroyri.

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2019-01-22 17:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Leygardagin 19. januar, var hátíðarløta í handlinum Esla, við Sílánna á Tvøroyri. Handilin, ið lat upp í mars 2018, hevur havt eina flúgvandi byrjan. Laila og Eva, ið reka handilin, siga, at tær høvdu vónað at fingið eina góða móttøku, men gongdin hevur verið langt yvir tað tær høvdu væntað. Kundarnir koma úr allari oynni og lata bæði kundar og eigarar sera væl at.

Góða gongdin hevur eisini givið eigarunum dirvið til at víðka um virksemið, tí leygardagin var móttøka, nú Esla eisini verður umboð fyri stóru fyritøkuna Nema, ið eitt nú selur skrivstovuútgerð og innbúgv. Jenny Næs, Handilsleiđari og Rakul Hansen, Ráđgevi & Sølufólk í NEMA, vóru við á degnum og fegnaðust tær um samstarviđ viđ Esla og takkaðu fyri góđa móttøku, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.

1. hædd er á tremur viđ skrivstovulutum, iđ vónandi fara at gera gerandisdagin hjá bæđi fyritøkum og privat fólki í Suđuroynni lættari. Sambært Lailu og Evu, so hevur eftirspurningurin eftir skrivstovulutum veriđ stórur líka síđan tær lótu upp í fjør  “So okur í Esla eru sera fegin yvir samstarviđ viđ NEMA. Okur vóna sjálvandi eisini, at hettar fer at gera gerandisdagin hjá privatfólki og fyritøkum lættari. Nógv fólk vóru og vitjađu okkum leygardagin og tey vóru væl nøgd”, siga tær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder