Innanlands

Esmar Joensen nýggjur formaður í Grindamannafelagnum

Leygardagin í farnu viku hevði felagið aðalfund, og nýtti starvsnevndin høvið at takka undanfarna formanni, Ólavur Sjúrðaberg, fyri øll árini hann hevur sitið sum formaður í felagnum

(Mynd: Grindamannafelagið)

(Mynd: Grindamannafelagið)

2023-04-23 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin í farnu viku var aðalfundur hjá Grindamannafelagnum. 

Umframt vanligu skránna sum varð sambært viðtøkunum, nýtti starvsnevndin høvið at takka undanfarna formanni, Ólavur Sjúrðaberg, fyri øll árini hann hevur sitið sum formaður í felagnum, og sum minnið um tíðina, handaði Ragnar Jacobsen, formaður ein málning, sum Livar Nysted hevur málað til høvið, skrivar Grindamannafelagið í tíðindaskrivi.

Eisini varð nýggj nevnd vald, og nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Esmar Joensen (Hvítanes), formaður
Tóri Simonsen (Hvannasund), næstformaður og peningarøkil
Bjartur Tórhalsson (Vestmanna), skrivari
Ragnar Jacobsen (Miðvágur), tiltakslimur
Eystein Í Løðu (Bøur), tiltakslimur
Bogi Hansen (Runavík), tiltakslimur

Fundurin endaði við, at Bjarni Mikkelsen lívfrøðingum, hevði eina áhugaverda framløgu um útbreiðslu, familjubond, føði og merking av grind og springara.

Nýggja nevndin fer framhaldandi at arbeiða við, at fáa fleiri gjaldandi limir í felagið, og til hetta er verður víst til nýggju heimasíðuna hjá felagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder