Tað er ikki semja í politiska landslagnum í Svøríki um, at svenska stjórnin skipaði fyri einum stjórnarleiðarafundi í summar uttan at bjóða teimum sokallaðu sjálvstýrandi økjunum í Norðurlondum við á fundin.
Svenski ríkisdagslimurin og limurin í Norðurlandaráðnum, Ewa Lindh úr sosialdemokratiska flokkinum, sigur seg vera stúrna um framtíðar norðurlendska samstarvið.
At Grønland fyribils hevur tikið seg úr Norðurlandaráðnum, og at Føroyar nú umhugsa limaskapin er sera ørkymlandi, heldur hon.
Ewa Lindh
Tí hevði Ewa Lindh sett svensku ráðkvinnuni í norðurlendskum samstarvsmálum, Jessiku Roswall úr konservativa flokkinum Moderaterna, ein spurning í svenska ríkisdegnum týsdagin.
Roswall, sum veruliga kom á breddan eftir eina samrøðu við Kringvarpið tá fundur var í Føroyum fyrr í ár, nýtti høvi til at greiða frá, hvussu væl norðurlendska samstarvið virkar, og at hon er fegin um at ‘sjálvstýrandi økini’ eisini eru við og ein aktivur partur í samstarvinum, og luttaka á flest øllum økjum.
Helsingforssáttmálin er millum statit
Hon nýtti eisini høvið til at staðfesta, at tað hon svaraði upp á í samrøðuni við Kringvarpið, var við atliti til Helsingforsavtaluna, sum er grundarsteinurin undir norðurlendska samstarvinum.
- Her eru flestu løgfrøðingar samdir um, at altjóða sáttmálar, herundir Helsingforssáttmálin, er ein avtala millum statir, staðfesti svenski ministarin og vísti á at spurningurin um føroyskan og grønlendskan limaskap er ein spurningur, sum má greinast innan fyri danska ríkið.
Tá Ewa Lindh spurdi ministaran um hví Føroyar, Grønland og Áland ikki vórðu boðin til árliga summarfundin hjá norrønu stjórnarleiðarunum, svaraði Jessika Roswall, at orsøkin var, at evnið á summarfundinum í ár, har týski samveldiskanslarin eisini luttók, var trygdarpolitikkur, og at tað er eitt øki, sum sjálvstýrandi økini ikki hava ræði yvir. Hon legði afturat, at sjálvstýrandi økini vera við aftur á komandi statsministarafundinum, sum verður í Reykjavík í oktober í sambandi við ársfundin í Norðurlandaráðnum.
Upp á spurningin frá Ewu Lindh um, hvat svenska stjórnin ætlar at gera við, at Grønland nú fyribils hevur sett norðurlendska samstarvið á pausu, segði Jessika Roswall, at grønlendska avgerðin einans er galdandi fyri arbeiðið í Norðurlandaráðnum, og at tað ikki er nakað, ið hon sum ministari hevur ávirkan á.
Hinvegin heldur Grønland fram í samstarvinum innan ráðharraráðið. At grønlendska umboðið ikki var við á samstarvsráðharrafundinum, sum hon sjálv skipaði fyri í Malmö í summar, var orsaka av, at viðkomandi var forðaður í at koma, ikki tí at Grønland boykottaði fundin, segði Jessika Roswall.
Alt orðaskiftið millum Jessiku Roswall og Ewu Lindh í Ríkisdegnum kann síggjast herundir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald