Innanlands

Evnistiltøk skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung

300 ung úr 7. flokkunum í Tórshavnar kommunu hava savnast til evnistiltøk

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-02-27 19:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinastu dagarnar hava ungdómar úr 7. flokkunum í Tórshavnar kommunu havt nøkur evnistiltøk, ið vóru skipað í tráð við ætlanina hjá SSP, ið er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung. 

Endamálið er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung, skrivar kommunan. Fríggjadagin 22. februar endaðu hesir dagar við einum braki, tá ungdómshúsini í Tórshavnar kommunu skipaðu dagin.

Fríggjamorgunin savnaðust fleiri enn 300 ung úr 7. flokkunum í allari kommununi í Dansfrøi, har dagurin byrjaði við einum innslagi frá Rógva B. Dam, har hann á savnandi hátt fangaði uppmerksemið hjá ungdóminum, og leiddi tey inn á fleiri viðurskifti, ið tey longu hava upplivað, ella møguliga koma at sansa á ymiskan hátt komandi árini. 

Eftir hetta var skipað fyri einum øðrvísi felags rørsludegi á ovara vølli í Gundadali, har ungdómurin bæði í álvara og gaman hugnaði sær saman í alternativum virksemi, har øll komu hvørjum øðrum við og kappaðust, flentu og hugnaðu sær saman. 

Áðrenn fyrsti parturin av skránni endaði, var ein spurnarkapping á skránni, har evnini í breiðum týdningi vóru um samfelags- og landafrøðilig viðurskifti.

Dagurin endaði við einum braki av eini konsert á Reinsaríinum, har somu ungu dansaðu og sungu væl við til kendu sangirnar, ið rungaðu í hátalarunum frá tí vælleikandi tónleikabólkinum, ið á sín sermerkta hátt fangaði ungdómsins áhuga og livdi tey við framførslurnar.

Sí fleiri myndir HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder