
Metnógvar ávaringar um hita eru sendar út í Fraklandi og aðra staðni í Suður- og Eysturevropa í dag, har tey framvegis líða undur nógvum hita.
84 av teimum 96 landslutunum í Fraklandi eru í dag appelsingulir, sum er næsthægsta ávaring í fronsku skipanini. Franska veðurlagsráðkvinnan, Agnès Pannier-Runacher, hevur kallað støðuna fyri “óvanliga”.
Eisini í Spania, Portugal, Italia, Bretlandi, og í Balkanlondunum verður eisini ávarað móti nógva hitanum, skrivar BBC.
Í El Granado í Andalusía vórðu 46 hitastig máld í dag, og í býnum Mora í Portugal kom hitamátarin upp á 46,6 í gjár.
Í fleiri av londunum eru bráðfeingis læknatænastur settar upp, og heitt verður á fólk um at halda seg unnandura so nógv sum gjørligt.
Næstan 200 skúlar í Fraklandi eru heilt ella lutvíst stongdir orsaka av hitabylgjuni, sum hevur herjað í meira enn eina viku nú.
Rom í dag (Mynd: EPA)
Í Italia eru hægstu ávaringar sendar út í fleiri býum, herundir Rom, Milano og Venesia. Mario Guarino, varaforseti í italska bráðveingislæknafelagnum sigur við AFP tíðindastovuna, at bráðfeingisdeildirnar á sjúkrahúsunum hava boðað frá einum vøksti á 10 prosent av tilburðum av hitasløgum.
Í pørtum av Bretlandi er eisini ógvuliga heitt, í summum pørtum oman fyri 34 hitastig, skrivar BBC.
Eisini í Portugal eru ávaringar sendar út í minst sjey landslutum, millum annað í høvuðsstaðnum, Lissabon.
Í Týsklandi verður roknað við methøgum hita oman fyri 38 stig í morgin og mikudagin. Orsaka av hitanum er vatnstøðin í Rínánni lækkað so nógv, at tey mugu seta avmarkingar fyri hvussu nógv skipini í ánni kunnu lasta – og harvið er farmakostnaðurin eisini hækkaður.
Rínáin í Týsklandi rættiliga uppturkað. Myndin er av Pfalzfrafenstein borgini í ánni (Mynd: EPA)
Myrkareyði liturin er tann dominerandi á kortinum yvir hitalagið í Evropa í dag (Mynd: Windy)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald