2018-08-02 17:14
Summarið 2018 hevur verið heitari enn vanligt. Fleiri hitamet eru sett kring Evropa í ár.
Juli mánaðin í ár varð heitasti og turrasti juli mánaðin, ið nakrantíð er skrásettur í Danmark, og í Svøríki og Grikkalandi hava tey verið plágað av ógvusligum skógareldum.
Sambært veðurfrøðingum verður eisini met sett í Spania og Portugal í dag, tá hitin kemur uppum 48 stig.
Á myndini sæst hvussu landslagið í Stórabretlandi, Hollandi og Belgia er vorðið brúnt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald