Uttanlands

Evropeiskir leiðarar við Zelenskyj á fund við Trump

Ukrainski forsetin vitjar mánadagin Donald Trump í Hvítu húsunum. Fleiri evropeiskir stjórnarleiðarar fara við

Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-08-17 12:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj fer mánadagin seinnapartin til Washington D.C at vitja amerikanska forsetan, Donald Trump, í Hvítu húsunum.

Og nú er greitt, at fleiri evropeiskir leiðarar fara við honum. Tað skrivar NRK.

EU-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen, Nato-aðalskrivarin Rutte, týski kanslarin Merx, franski forsetin Macfron, Italienski forsætismálaráðharrin Meloni, bretski forsætismálaráðharrin Starmer og finski forsetin Stubb luttaka eisini á fundinum.

Seinnapartin í dag kemur Zelenskyj til Brussel fyri at luttaka á talgildum fundi um framtíðina hjá Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder