2019-03-27 20:20
Evy Jacobsen, sum farna hálva árið hevur røkt starvið sum fyribils stjóri í P/F Betri, er nú sett í fast starv.
Nevndin í Betri P/F hevur samstundis valt at seta Evy Jacobsen sum nevndarlim í dótturfeløgunum Betri Banki, Betri Trygging og Betri Pensjón.
Evy Jacobsen er útbúgvin Cand. Merc. og hevur síðan 2008 arbeitt innan ymisk virkisøki í Betri samtakinum. Síðani mai 2018 hevur hon verið vinnukundaleiðari í Betri Banka. Eisini hevur hon røkt nevndarsessir í m.ø. P/F Vága Floghavn og P/F Eystur- og Sandoyartunlar.
Leiðslubygnaðurin í Betri samtakinum er vístur á myndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald