MTH styrkir leiðsluna í Føroyum við Ewald Kjølbro, sum 1. marts tekur við starvinum sum deildarstjóri við ábyrgd av føroyska virkseminum. Málið er langtíðar vøkstur.
Nú ráhúsið til Landssjúkrahúsið í Tórshavn er avhendað fýra mánaðir áðrenn tíð, hevur MT Højgaard staðfest, at arbeiðshættirnir hjá arbeiðstakaranum kunnu gera mun fyri tann føroyska byggi- og anleggsmarknaðin. Samstundis hevur MT Højgaard gjørt sáttmála um bæði almennar og privatar byggiuppgávur, millum annað víðkanina av skúlanum í Fuglafirði.
Stóra virksemið er orsøkin til, at tað nú verður styrkt um ta lokalu leiðsluna. Tann 1. marts tekur Ewald Kjølbro við sum nýggjur deildarstjóri við ábyrgd fyri tí føroyska virkseminum. Ewald Kjølbro er 54 ára gamal, hevur eina MBA og HD og er útbúgvin akademiverkfrøðingur innan bygging. Ewald hevur verið stjóri á Landsverki frá apríl 2011 til desember 2018.
”Vit vænta størri og størri útboð av byggi- og anleggsuppgávum her í Føroyum tey næstu árini, og okkara mál er at vaksa lokalt og at útinna meir og meir av hesum uppgávum. Tað eru nógvar áhugaverdar verkætlanir á veg, har vit, við okkara arbeiðsháttum og talgildu tólum, kunnu skapa stórt nøgdsemi fyri kundarnar, á sama hátt sum vit gera við Landsjúkrahúsinum. Frá sínum fyrrverandi arbeiðum hevur Ewald stóra vitan um byggi- og anleggsmarknaðin í Føroyum, og vit eru errin av, at vit kundu fáa hann at koma til MT Højgaard. Hansara leiklutur verður at styrkja okkara støðu sum lokalur arbeiðstakari og at vera við til at gera langtíðarætlanina fyri, hvussu vit kunnu fáa okkara umsetning at vaksa og fáa fleiri starvsfólk,” sigur Jóannes Niclassen, stjóri fyri Norðuratlantisku deildina hjá MT Højgaard.
Núverðandi leiðari hjá MT Højgaard Føroyar, Gunnar Grækarisson, heldur fram við ábyrgdini fyri sølu og tilboðum í Føroyum. Harumframt skal hann framyvir styrkja um tilboðsarbeiðið í allari Norðuratlantisku deildini.
”Gunnar hevur sera góð evni til at síggja nýggjar møguleikar og gera væl úr hondum greitt tilboðsarbeiði, sum er sera nøktandi fyri bæði kundarnar og okkum, og hetta er avgerandi fyri, at vit nú aftur hava kunnað fest røtur her í Føroyum. Í tí dagliga koma Ewald og Gunnar at arbeiða tætt saman, og okkara kundar kunna framvegis dagliga hitta Gunnar. Men teir serligu eginleikarnir hjá Gunnari fara framyvir i størri mun at koma allari deildini tilgóðar, tí hann fær møguleikan fyri at brúka stóran part av síni tíð til at vera við í nøkrum stórum verkætlanum, sum vit í løtuni hyggja uppá í Grønlandi”, sigur Jóannes Niclassen.
MT Højgaard hevur áður staðið fyri byggingini av millum øðrum høvuðssæti hjá Føroya Tele, víðkanina og umbyggingina av SMS og trimum vatntunnlum fyri SEV í samband Eiðisverki. Harafturat hevur HT Højgaard eisini verið við til at útbyggja infrakervi í Føroyum og hevur m.a. staði fyri vegagerðir og bygging av samferðsluhavnina á Gomlurætt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald