Innanlands

Eyðgunn Samuelsen forkvinna í fíggjarnevndini

Nevndarbýtið er nú greitt og Javnaðarflokkurin hevur tríggjar formanssessir

Eyðgunn Samuelsen og Bjarni Hammer eru forfólk í ávikavist fíggjarnevndini og uttanlandsnevndini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eyðgunn Samuelsen og Bjarni Hammer eru forfólk í ávikavist fíggjarnevndini og uttanlandsnevndini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-05 18:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bíðað hevur verið í allan dag eftir at tingfólkini skuldu gerast samd um hvussu løgtingsnevndirnar skulu skipast. Og nú beint fyri klokkan 18 var býtið greitt.

Fyri Javnaðarflokkin er Eyðgunn Samuelsen forkvinna í fíggjarnevndini, Bjarni Hammer er formaður í uttanlandsnevndini. Landsstýrismálanevndin verður skipað fyri Hans Jacob Thomsen sum formanni.

Tjóðveldi fær formanssessin í rættarnevndini, og tað er Hervør Pálsdóttir, sum fer at røkja tann sessin. Sólvit Nolsø í Framsókn er formaður í mentanarnevndini.

Andstøðan fær tveir formanssessir. Erhard Joensen í Sambandsflokkinum, sum í undanfarna valskeiði var formaður í fíggjarnevndini, verður nú formaður í vinnunevndini. Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum, verður formaður fyri trivnaðarnevndina.

Fyrivarni skal takast fyri, at nevndin skipar seg á fyrsta fundi, men avtala er um hesi forfólkini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder