Innanlands

Eydnudeildin aftur til Danmarkar at spæla hondbólt

Um vikuskiftið verður farið til Herning at spæla hondbólt í stóru kappingini Lykke-cup

Myndin er tikin í Gigantium í 2019

Myndin er tikin í Gigantium í 2019

2021-09-01 09:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey í Eydnudeildini í Føroyum gleða seg nú av álvara til vikuskiftið. Tey fara til Danmarkar at spæla hondbólt í stóru kappingini Lykke-cup, sum hesaferð verður í Boxen í Herning.

Leikarar í Eydnudeildini hava avbjóðingar, sum avmarka teirra møguleikar at taka lut í skipaðum ítrótti.

- Lykke-cup er eitt tiltak av tí slagnum, sum kann merkjast í kroppinum í fleiri vikur. Móð bein, rørandi løtur og smíl sum festa seg. Fyristilla tær at Champions League finalan gifti seg og fekk eitt barn við eini veitslu har tú flennir til tú fær ilt í búkin… so hevði tað barnið verið LYKKE-CUP, verður sagt í tíðindaskrivi.

- Okkara hondbóltsstjørnur sleppa at uppliva at vera veruligar stjørnur frá tey trína inn í Boxen tíðliga leygarmorgun og til tey fara avstað seint á kvøldi. Øll eru har fyri okkara hondbóltstjørnur. Heimskendir hondbóltsspælarir – bæði núverandi og fyrrverandi. Kendir danir sum millum annað Jan Gintberg, fryntligi OL sjónvarpsvertinnan hjá DR, Tina Muller, Danmarks mindste mand og Jesper, sum hevur luttikið í nógvum sjónvarpssendingum í Danmark. Fleiri av dómarunum eru altjóða dómarar, sum fegin stuðla hesum tiltaki.

Hetta er triðju ferð, at skipað verður fyri Lykke-cup og spælararnir úr Føroyum hava verið við á hvørjum ári. Fyrstu ferð var í juni 2018 tá fýra leikarar úr Føroyum vóru við, og í 2019 vóru sjey leikarar við.

Tiltakið varð avlýst í fjør, men nú gleða tey seg at sleppa avstað aftur. Og tey verða tíggju leikarar hesaferð.

Fimm venjarar verða við í ár. Umframt høvuðsvenjaran Morten Hust Petersen og hjálparvenjararnar Annu á Rógvu og Magnus Hust Petersen, verða Marianna B. Jacobsen og Drós Ragnarsdóttir við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder