2022-08-15 11:53
Sunnudagin 21. august letur upp listaframsýning við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður sunnudagin klokkan 16. Umframt røðu og tónleik, verður eisini okkurt leskandi og lættari ábit at fáa.
Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til miðskeiðis í september.
Framsýningin kann vitjast yrkadagar klokkan 14 til 17, og sunnudagar frá klokkan 15 til 19.
Dagførd kl. 00.19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald