Aftur í ár verður Lesaravirðislønin latin av føroysku bókasøvnunum.
Vinningurin er 30.000 krónur, og tey trý verkini, sum eru tilnevnd hesa ferð eru:
"Sára Malena" eftir Sólrun Michelsen
"Vilstar røtur" eftir Ingun Christensen
"Lygn" eftir Eyðun Klakstein
Lesaravirðislønin varð fyrstu ferð latin í fjør, og tá gjørdist vinnarin Høgni Mohr við bókini "Saga JAM". Tað eru lesarnarnir sjálvir, sum gera av, hvør bók skal vinna ársins Lesaravirðisløn, og til ber at atkvøða nú. Til ber at atkvøða og lesa meira um tilnevndu verkini inni á hesari síðuni.
– Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur, skriva føroysku bókasøvnini.
– Virðislønin er serstøk á tann hátt, at tað eru lesararnir sjálvir, ið avgera, hvør skal hava virðislønina. Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.
Lesaravirðislønin 2025 verður latin á almennari móttøku í mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald