2026-04-14 10:50
Eyðun Mohr Hansen er settur sum aðalstjóri í Almanna- og bústaðamálaráðnum.
Eyðun er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur drúgvar royndir sum bæði deildarstjóri og aðalstjóri. Hann tekur við starvinum beinanvegin.
Hann hevur áður verið aðalstjóri í millum annað Almannamálaráðnum og í Almanna- og mentamálaráðnum, men misti starvið tá talið av aðalráðum bleiv lækkað 1. desember 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald