Innanlands

Eygnavitni frá Nova festivalinum vitjar Miðflokkin

Landsfundurin Miðfloksins verður komandi leygardag í Dansifrøði í Havn

Eran Masas

Eran Masas

2025-05-19 17:35 Author image
Tíðindaskriv

Árligi landsfundur Miðfloksins verður leygardagin í Dansifrøði í Havn. Gestarøðarin í ár er Eran Masas. Hann var eitt av fyrstu eygnavitnunum á Nova festivalinum, har 1.200 ósek fólk vórðu dripin og 160 burturflutt. 

Eran ferðast kring heimin, og greiðir frá hendingum, honum var fyri. Tað serstaka við hansara uppliving er, at hann dokumenteraði tað, hann sá. Men hann misti telefonina, har allar upptøkurnar vóru á. Men tað hevði eydnast einum ókendum at finna/taka telefonina, og hesin legði alt tilfarið út á ymiskar miðlar, uttan at Eran visti av tí. Eran kemur at greiða frá upplivingum sínum á festivaløkinum og frá støðuni við jødahatri, sum spreiðir seg kring heimin. 

Umframt at Eran luttekur á fundinum leygardagin kl. 14, verður eisini almennur fyrilestur við Eran. Fyrilesturin verður sunnudagin kl. 15 í Dansifrøði. Í báðum førum har Eran tosar, verður tulkað til føroyskt. Tey, ið ynskja tað, fáa oyratól har tulkingin kann hoyrast. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald