Nú verður tað lættari hjá jólagestum at taka bygdaleiðir til og frá flogvøllinum. Strandfeðslan hevur økt um túratalið millum flogvøllin og Tórshavn, og koma hesir nýggju túrarnir í gildi í morgin, hósdagin 18. desember.
Eyka túrar eru settir inn á leið 350, ið kemur at virka sum ein snarbussur millum flogvøllin og Tórshavn nú á jólum. Jólaferðaætlanin er galdandi hesir dagar:
- 18. til 22. desember 2025
- 28. og 29. desember 2025
- 3. og 4. januar 2026
Hesir túrar eru tillagaðir til flogferðsluna í Vágum, soleiðis at fráferðirnar passa til komur og fráferðir hjá flogførunum.
Jólaferðaætlanin kemur afturat leið 300, ið vanliga koyrir millum Tórshavn og flogvøllin/Sørvág, og er túratalið tí økt munandi.
Sí jólaferðaætlanina fyri leið 350 her
Sí ferðaætlanina fyri leið 300 her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald