placeholder
Innanlands

Eyka býráðsfundur byrjar klokkan 16 - drama á Vaglinum

Bylgjurnar gingu høgt á fundinum hósdagin, har skotið varð nógv eftir Elsu Berg. Annfinn Brekkstein segði seg hava "mist alt álit" á borgarstjóran, og Tróndur Sigurðsson var millum býráðslimirnar, sum hevði hvassastu atfinningarnar. Tekniska nevnd fekk eisini peikifingrar fyri málið í Kaldbak og næsthægsta boðið

Borgarstjórin og varaborgarstjórin sita framvegis lið um lið, men synd er at siga, at huglagið og arbeiðslagið sær út til at vera gott (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Borgarstjórin og varaborgarstjórin sita framvegis lið um lið, men synd er at siga, at huglagið og arbeiðslagið sær út til at vera gott (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-05 15:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað snýr seg um at breiðka ein veg í Kaldbak. Men eisini um so nógv meira enn tað.

Tí at stevið í býráðssamgonguni í størstu kommununi í landinum ikki er tað besta, hevur graml verið um í eina tíð. Heimasíðan in.fo skrivaði eisini um tað 23. apríl  undir yvirskriftini "tað ridlar undir býráðssamgonguni í Havn".

Har varð millum annað borið fram, at Javnaðarflokkurin hevur eitt ynski um at sleppa úr samgonguni við Tjóðveldi og Borgaralistan og heldur arbeiða saman við Fólkaflokkinum.

Borgarstjórin er úr Tjóðveldi, og hóast tað skuldi enda við samgongusliti/broyting, so verður ikki broyting í borgarstjórasessinum. Sambært lóg skal Elsa Berg sita í sessinum til ársenda 2028, uttan so hon skuldi sagt hann frá sær.

[object Object]
Býráðssamgongan, sum tók við 1. januar. Seinastu tíðina hevur stevið sæð ivasamt út (

Men um man ivaðist í, at sambandið millum teir báðar stóru flokkarnir í samgonguni var ivasamt, so fekst sjón fyri søgn á býráðsfundinum hóskvøldið 30. apríl.

Har løgdu býráðslimirnir hvønn annan undir at "sverta hvønn annan út". Serliga fekk borgarstjórin nógv skot.

Hetta tí Elsa Berg í sendingini "Breddin" 21. apríl, sambært Javnaðarmonnum og andstøðulimum, róði framundir at "korruptión" varð framd í Tórshavnar kommunu í undanfarnu tíðarskeiðnum.

Eisini tí at hon, í sambandi við málið um útboð til at breiðka ein veg í Kaldbak, hevur biðið um uttanhýsis løgfrøðiliga meting.

- Advokatur er nú settur á at "chikanera" okkum í teknisku nevnd, og vit mugu stríðast ímóti við øllum, vit eiga. - Eg havi mist alt álit á borgarstjóran. Tað er fyrstu ferð í míni longu tíð í býráðnum, staðfesti Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum.

Hann er partur av teknisku nevnd, har Bergur Robert Dam Jensen úr Javnaðarflokkinum og Kollafiriði, er formaður. Hann hevði eisini hvassar meiningar um Elsu Berg, arbeiðshátt hennara og Tjóðveldsins.

Tróndur Sigurðsson (Kommunulistin - fyrr Javnaðarflokkurin) og Heðin Mortensen (Javnaðarflokkurin) vóru heldur ikki mjúkir. Serliga fyri at verða skýrdir at vera "korruptir" og fyri eitt svikaligt arbeiðslag nú.

Elsa Berg og Heidi Lava Elgeirsdóttir svaraðu aftur í mun til sjálvt málið um útboðið. Orsøkin til at borgarstjórin hevur verið eftir løgfrøðini, er at tekniska nevnd avgjørdi at taka av næstlægsta boðnum. Hetta er ímóti vanliga arbeiðslagnum.

Keglast var um tíðarfreistir: At felagið, sum hevði lægsta boðið ikki hevði eina tíðarætlan fyri arbeiði. - Tá kann man ikki taka av tí, vísti limir í teknisku nevnd á. Men spyr so, um tey ikki kunna seta eina freist, var svarið úr Tjóðveldi.

Hendan avgerðin kostaði Tórshavnar kommunu 350.000 krónur meira, enn um tikið varð av lægsta tilboðnum, sambært Kringvarpinum.

Av tí at viðgerðin av málinum um vegin í Kaldbak varð so long, varð býráðið als ikki ikki liðugt við dagsskránna. Harvið verður eyka býráðsfundur í dag, har heili 30 mál eru á skránni. Spurningurin er so, hvussu høgt bylgjurnar fara at ganga har.

Eyka býráðsfundurin verður í dag klokkan 16. Sí dagsskrá og stroyma á torshavn.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder