1. mai komandi ár kemur nýggi eykabáturin hjá Strandferðsluni til Føroya. Stjórin á Strandferðsluni, Hilmar Eliasen, skrivaði leygardagin 23. februar undir byggisáttmála við norsku skipasmiðjuna GS Marine Produksion um bygging av framkomna bátinum. Skipasmiðjan hevur drúgvar royndir við bygging av hesum bátaslagi, og bygginummarið hjá Strandferðsluni er 49.
Við eykabátinum fer Strandferðslan at vera før fyri at veita eina enn betri tænastu, hvat túratali, trygd, komfort og grønari rakstri viðvíkur, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.
Báturin fer at ganga 20 míl við ferðafólki og kann bæði sigla upp á ravmagn og gassolju. 96 ferðafólk og 3 persónbilar ella 1 stórur bilur fara at rúmast umborð. Sáttmálakostnaðurin er 33,7 mió. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald