Mentan

Eykakonsert fyri Pól F

Hanus G. Johansen framførir bæði við Aldubáruni og við rokkorkestri

2018-11-13 09:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samband við, at Pól F. Joensen – Hargarskaldið – hevði fylt 120 ár sunnudagin 18. november, verður skipað fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum. Upprunaliga var ætlanin bert at hava ta einu konsertina. Áhugin var tó so mikið stórur fyri hesi konsertini, at tað eftir stuttari tíð varð útselt. Tí verður skipað fyri einari eykakonsert seinni sama kvøld.

Tað verður Hanus G. Johansen, sum saman við øðrum fer at spæla bæði nýggj og gomul løg til yrkingar hjá Pól F. – ”Hanus & Aldubáran”; leggja fyri við spildurnýggjum útsetingum til higartil ókend løg hjá Hanusi.

Eftir steðgin hugleiðir Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, um Hargarskaldið, og endað verður við einum braki, tá Hanus, saman við einum rokkorkestri, mannað av fleiri af Føroya fremstu tónleikarum, fer at spæla teir meira kendu sangirnar, sum í dag eru at meta sum føroysk fólkaogn..

Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder