2022-04-07 07:47
Leygardagin kl. 17 hevur kórið Eystanljóð várkonsert í Havnar Kirkju. Eystanljóð er eitt blandað kór staðsett í Eysturkommunu. Í kórinum eru 25 sangarar í øllum aldrum og kórleiðari er ungi havnarmaðurin, Jákup Dahl Wardum.
Á skránni til hesa konsertina er long røð av føroyskum og norðurlendskum kórperlum, umframt tveir sangir hjá Eivør, ið Tróndur Bogason hevur sett út til kór.
Kórið fer á kórferð til Firenze seint í apríl, og er hendan konsertin ein liður í fyrireikingunum til ferðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald