Eystanstevna og Føroyaleikir verða á skránni samstundis í Runavík

Áleið 300 íðkarar luttaka í teimum ítróttargreinunum, ið vera í Runavík, og nøkur Eystanstevnutiltøk vera eisini næsta vikuskifti í juli. Setan verður fríggadag 9. juli í Løkshøll og midnáttarsamkoma dagin eftir

2021-06-29 20:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagarnar 8-11 juli 2021 verða Føroyaleikir kring landið. Talan er um nýggja tiltakið hjá Ítróttasambandi Føroya, ið verður hildið í samband við at oyggjaleikir ikki verða í ár.

Kappingarnar vera ymsastaðni kring landið. Runavíkin verður vertur fyri kappróðri, fimleiki, taekwondo og súkkling, og luttaka væntandi eini 300 íðkarar í ymsu ítróttargreinunum, sambært runavik.fo.

Eystanstevnan er vanliga um hálvan juni, men av tí at eingin eystanstevnuróður er í ár, hava feløgini valt at leggja nøkur av traditionellu tiltøkunum kring Føroyaleikirnar.

Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari

- Setan verður fríggadag 9. juli í Løkshøll, og miðnáttarsamkoma verður í skótahúsinum leygarkvøldið 10. juli. Arbeitt verður við at fáa fleiri tiltøk á skrá, og væntandi er ein eystanstevnuskrá saman við føroyaleikaskránni tøk miðskeiðis í komandi viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder