Innanlands

Eystari Landsrættur herdi revsingina í neyðtøkumáli

Tvey ára treytaleysa fongulsrevsing fyri tvær neyðtøkur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-03-16 11:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein 26 ára gamal maður var ákærdur fyri at hava neyðtikið tvær kvinnur – eina í desember 2018 og hina í november 2019. Harumframt var maðurin ákærdur fyri at hava framt harðskap móti tí einu kvinnuni í einari aðrari hending fyrr um dagin.

Maðurin, sum noktaði seg sekan, bleiv í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 8 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Hendan revsingin bleiv í Eystara Landsrætti í gjár herd til 2 ára treytaleysa fongsulsrevsing, sum eisini var kravið hjá ákæruvaldinum.

Í metingini av revsingini legði Eystari Landsrættur m.a. dent á, at talan var um neyðtøkur, sum vóru framdar við harðskapi. Neyðtøkurnar vóru framdar, áðrenn revsingin fyri neyðtøku varð hækkað í juni 2022, og revsingin tekur tí útgangsstøði í gomlu rættarstøðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder