Mentan

Eysturkommunu letur eina millión til fjølbroytta frítíðarvirksemið í kommununi

Víkingur og G! Festivalurin hava fingið størstu stuðulsupphæddina á ávikavíst 600.000 og 200.000 krónur

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2021-03-01 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Býráðið í Eysturkommunu hevur seinastu tveir býráðsfundirnar játtað tilsamans eina góða mió. krónur í stuðli til fjølbroytta ítróttar- og mentanarlívið í kommununi.

Millum tey, sum hava fingið stuðul eru Víkingur og G! Festivalurin, ið hava fingið størsta stuðulin.

Víkingur hevur fingið játtað 600.000 krónur. Felagið hevur seinastu nógvu árini fingið 400.000 krónur í stuðli, men søkti í ár um 600.000 krónur, tí talið á íðkandi limum er vaksið nógv seinastu árini. Felagið hevur í løtuni umleið 550 íðkandi limir.

G! Festivalurin hevur fingið játtað 200.000 krónur. Í fjør varð festivalurin avlýstur orsakað av koronastøðuni, men ætlanir eru at hava festivalin í ár, um umstøðurnar loyva tí. Festivalurin selur í løtuni atgongumerki, meðan keypandi ikki rinda fyri sítt atgongumerki fyrr enn 1. mai. Tá verður væntandi betri grundarlag fyri at taka endaliga støðu til, um festivalurin verður í summar.

Kappróðrarfelagið Tindur hevur fingið játtað stuðul á 50.000 krónur. Nevndin í felagnum hevur sett sær fyri hesi mál í 2021: at fáa eitt nýtt neyst, fýra manningar (harav ein vaksin), FM medaljur til minst eina manning, 60 limir, minst eina felagsvenjing um vikuna fyri rógvarar og limir, og enn betur viðurskifti til bátar og rógvarar. Arbeitt verður eisini við at keypa búnar til limirnar, sum teir rinda sjálvir, og at fáa eitt nýtt 5-mannafar. Harafturat verður arbeitt við at skaffa venjara til innandura venjingar og venjara til at leggja lag á venjingarnar umborð á barnamanningunum.

Í sambandi við at tað í ár eru liðin 100 ár síðani heimamissiónsarbeiðið, ið byggir á fólkakirkjunnar grund, tók seg upp í Leirvík, hevur stýrið fyri Leirvíkar Missiónshús sett sær fyri at geva eitt minnisrit út, ið lýsir arbeiðið hesi 100 árini, frá 1921 til 2021. Býráðið í Eysturkommunu játtaði tí at stuðla útgávuni við 35.000 krónum fyri prentútreiðslur, soleiðis at minnisritið kann koma út í hvørt hús í Leirvík.

Síðani hava Leirvíks Páll skótarnir, Tónleikasamtakið Grót, og Eldrafelagið Fjallið fingið 40.000 krónur í part.

Leirvíks Páll skótarnir hava fingið játtað stuðul, sum er ætlaður til dagligan rakstur og íløgur í útgerð og hús. Í ár er ætlanin at gera íløgur í eitt hálvtak omanfyri skótahúsið, soleiðis at tað er lagaligari at gera uttandura skótavirksemi, tá veðrið ikki er til vildar.

Tónleikasamtakið Grót  ger eitt stórt arbeiði við at stimbra undir tónleikalívið í kommununi og Føroyum sum heild. Eitt nú verða hølini í Tøting brúkt av nógvum ymsum tónleikarum, umframt at Grót skipar fyri hópin av konsertum alt árið, skrivar Eysturkommuna.

Stuðulin, sum Eldrafelagið Fjallið hevur fingið játtað, verður brúktur til rakstur av felagnum, sum skipar fyri ymsum tiltøkum fyri eldri borgarum. Felagið hevur 180 limir. Ætlanin er at fara ein túr til Danmarkar í august mánað at vitja Danland Fiskenæs Gråsten í Suðurjútlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder