Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya vísir, at nú eru vit 51.617 fólk í Føroyum. Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar sýslum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 368 fólkum og í Eysturoyar sýslu við 293. Síðan koma Vágaøkið og Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin. Í Norðoyggjum er vøksturin væl minni enn í miðøkinum. Í Sandoyar og Suðuroyar sýslum stendur í stað.
Lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Eysturoy við 2,6%, síðani í Vágaøkinum við 2,2%, í Tórshavnarøkinum við 1,9% og í Streymoyarøkinum uttan høvuðsstaðin við 1,5% og minst av hesum í Norðoya sýslu við 0,9%. Í Suðuroy var vøksturin bert 6 fólk, svarandi til 0,1%. Í Sandoyar sýslu var ongin vøkstur.
Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum í mun til fólkatalið er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. So er enn, men hesin parturin er minkaður nakað, meðan Eysturoyggin tekur ein alsamt veksandi part av fólkavøkstrinum.
Í Eysturoy búgva 11.639 fólk, ið er 23% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin á 293 fólk svarar til 34% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.
Til samanberingar búgva 19.835 fólk í Tórshavnarøkinum, ið er 38% av fólkatalinum í Føroyum, og vøksturin her var 368 fólk, svarandi til 43% av øllum fólkavøkstrinum.
Í Norðoyggjum búgva 6.162 fólk, ið er 12% av fólkatalinum, men vøksturin her á 54 fólk svarar bert til 6% av øllum fólkavøkstrinum.
Hesi síðstu fimm árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-10% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.
Kommunurnar: størsti vøkstur í kommununum í miðøkinum.
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 395 fólkum, Runavíkar við 99 og Klaksvíkar við 61. Lutfalsliga er vøksturin í Runavíkar og Tórshavnar kommunum við ávikavist 2,5% og 1,9% nógv størri enn í Klaksvíkar kommunu við 1,2%.
Samantikið er størsti vøksturin í kommununum í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum.
Í Eysturoy er størsti lutfalsligi vøksturin í Eiðis kommunu við 3,5%, Sjóvar kommunu við 3,4%, Nes kommunu við 2,8%, Fuglafjarðar kommunu við 2,6% og Eystur kommunu við 2,2%. Vøksturin er eisini stórur við 1,8% í Sunda kommunu, ið røkkur úr Hósvík til Gjáar.
Í Vágum veksur Vága kommuna við 2,4% og Sørvágs kommuna við 1,7%.
Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Hovs, Porkeris og Sands kommunum við umleið 3%.
Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs og Skopunar kommunum við ávikavist 26 fólkum (-1,9%) og 12 fólkum (-2,6%).
Samanumtikið er vøkstur í 22 kommunum, óbroytt í einari og minking í 6. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.
Minkar í útoyggjum
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, uttan í Sandoy og Suðuroy.
Í útoyggjum er minkað við 5 fólkum í Kalsoy, 3 í Hesti, 3 í Skúvoy, 2 í Mykinesi og við einum fólki bæði í Fugloy og Viðoy.
Hinvegin er vøkstur í Nólsoy við 5 fólkum og í Svínoy við 2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald