placeholder
Innanlands

Fá floksskifti í Tórshavnar býáð

Søguliga hava tað verið lutvíst fá flokskifti í Tórshavnar býráð seinastu árini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-10 18:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Valurslit.fo: Leygardagin boðaði Kári Johansen frá, at hann stillar upp fyri Framsókn á kommunuvalinum í november. Hann hevur verið býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð hetta skeiðið.

Søguliga hava tað verið lutvíst fá flokskifti í Tórshavnar býráð seinastu árini. Verður hugt at kommunuhagtølunum hjá valurslit.fo í Tórshavnar kommunu, sum ganga aftur til kommunuvalið í 1988, so eru tað ikki nógvir politikarar, sum hava umboðað fleiri flokkar ella listar í høvuðsstaðarkommununi.

Hesi hava umboðað ymiskar flokkar ella listar síðani 1988:

Ingi Mohr: Uttanflokkalistin og Fólkaflokkin
Heðin Mortensen: Uttanflokkalistin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin
Bogi Andreasen: Tjóðveldi og Fólkaflokkin
Annika Olsen: Fólkaflokkin og Tjóðveldi

Hetta tíðarskeiðið eru eisini dømi um fleiri politikarar, sum hava stillað upp fyri ymiskar listar ella flokkar uttan at verða vald fyri fleiri listar.

Sigrun Mohr og Kristianna Winther Poulsen stillaðu til dømis báðar upp fyri Sjálvstýri, áðrenn tær seinni blivu valdar fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð.

Ronald F. Poulsen varð valdur í býráðið fyri Sjálvstýri í 1996, men seinni stillaði hann upp fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu.

Jenis av Rana stillaði í 1992 upp fyri Uttanflokkalistan. Hann var ikki valdur, men tók seinni sæti í býráðnum, tá ið Petur í Gong andaðist. Seinni hevur stillað upp fleiri ferðir fyri Miðflokkin í Tórshavnar kommunu, uttan at verða valdur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder