Innanlands

Fá húsarhald hava skuld omanfyri 3 ferðir teirra inntøku í 2021

Av teimum tilsamans umleið 18.700 húskjunum í 2021, høvdu 7,6% av føroysku húskjunum eitt skuldarlutfall omanfyri 3. Verður einans hugt eftir húskjum, sum hava skuld omanfyri eina ávísa stødd, er talið av teimum við skuldarlutfalli omanfyri 3, lægri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-05-01 16:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsbanki Føroya: Skuldarlutfall er skuld hjá einstøku húskjunum mátað í mun til teirra árligu bruttoinntøku.

Vanliga verða húskir í Føroyum viðmælt ikki at skylda meira enn 3,5 ferðir sína árligu inntøku. Í summum førum verða hægri skuldarlutføll tó loyvd, um útlit eru til, at einstaka húskið fær skuldarlutfallið niðurum 3,5 innan eitt stutt áramál ella um tey eiga aðrar ognir, ið loyvir høgt skuldarlutfall.

Í myndini niðanfyri ein lánsupphædd omanfyri 2 mió. kr. vald sum dømi. Húskir, sum skyldaðu meira enn 2 mió. kr. og samstundis høvdu eitt skuldarlutfall omanfyri 3, vóru 684 í tali í 2021, ella 3,7% av øllum húskjum í Føroyum og vóru 27,8 ára gomul í miðal.

Húskini við skuld omanfyri 2 mió. kr. og skuldarlutfalli omanfyri 3, vóru munandi fleiri í tali í Suðurstreymoy í mun til aðrastaðni í landinum; tey vóru um 75% av húskjunum og hongur hetta saman við, at sethúsaprísirnir eru hægri í miðstaðarøkinum, enn í restini av landinum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder