Innanlands

Fáa alla generatiónina sum er vaksin upp við Flipper ímóti okkum

Gevast vit ikki at drepa springarar kann tað gerast endin á grindadrápi, heldur Niels Uni Dam, samskiftisráðgevi

Niels Uni Dam (Skíggjamynd: Kvf.fo)

Niels Uni Dam (Skíggjamynd: Kvf.fo)

2018-09-13 21:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá tað kemur til grind hava vit Sea Shepherd og aðrar umhvørvisfelagsskapir, sum hava koyrt ein ágang móti Føroyum. Men tá tað kemur til springarar fáa vit alla generatiónina, sum er vaksin upp við “Flipper” ímóti okkum.

Tað segði Niels Uni Dam, samskiftisráðgevi, í Degi & viku í kvøld, eftir at nógv kjak hevur verið um springarar.

- Øll tann generatiónin, sum eru vaksin upp við hesi fittu delfinuni, sum blívur menniskjalig gjørd, fáa vit knapliga ímóti okkum.

Men slaka vit í spurninginum um at drepa springara, fer trýstið so ikki at vera so stórt at vit um fá ár noyðast at gevast at drepa grind, spurdi Johnsigurd Johannesen, sjónvarpsvertur.

- Tá man hugsar um hvussu tvíbýttir føroyingar eru um hendan spurningin frammanundan. Tí um vit ikki slaka í hesum her, og ikki gera sum Føroya fólk sigur, so fáa vit enn størri býti.

- Og so endar tað við, at vit noyðast við at drepa grind eisini, væntar Niels Uni Dam.

Síggj alla samrøðuna her (kvf.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder