Innanlands

Fáa bót fyri brot á skilhaldsreglur

Løgreglan fekk stutt eftir midnátt fráboðan um, at tveir persónar vóru 'ólátaðir' uttan fyri skeinkistað

2026-07-20 08:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir persónar fáa í næstu døgum eitt sektaruppskot sendandi fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Tað var stutt eftir midnátt, at løgreglan fekk boð frá einum skeinkistaði í Havn, at tveir persónar vóru 'ólátaðir' uttan fyri staðið.

Løgreglan fór á staðið, og har vóru skuldsetingar reistar móti báðum persónunum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder