
Ein fyribils fíggjarlóg fyri 2023 er galdandi, fram til ein nýggj verður løgd fram og samtykt. Soleiðis gjørdust fyritreytirnar, av tí at løgtingsval varð útkrivað fyrst í november.
Nýggja samgongan tók við beint fyri jól, og tað er ikki komið langt við arbeiðinum at gera eina nýggja fíggjarlóg. Ruth Vang segði við Kringvarpið í gjár, at tað verður samskifti um ymiskt í landstýrinum í løtuni - fyrsti veruliga landsstýrisfundur var í gjár - men at tey enn ikki eru komin til raðfestingar og annað í tí fíggjarlógini, ið skal gerast.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum skal tosa nærri við landsstýrisfólkini um hetta, áðrenn farið av álvara verið í gongd við fíggjarlógaruppskotið - og áðrenn hon kann siga nakað nærri við miðlarnar.
Ruth Vang kann ikki siga nakað endaliga um eina dagfesting enn, men væntar at fíggjarlógin kann leggjast fram fyri løgtinginum miðskeiðis í februar, og harvið skal nógv arbeiði gerast næstu vikurnar. Seinasta freist at koma við nýggjum uppskotum er 28. februar.
Til ber at hoyra alla samrøðuna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald