2025-01-16 19:13
Tá Dagur og vika skuldi byrja klokkan 19 komu boð á skíggjan um, at sendingin fór at vera eitt sindur seinkað.
19:07 kom John Johannesen so á skíggjan og kom við báðunum, at tað ikki letur seg gera at senda Dag og viku í løtuni.
- Tøkniliga skipanin hjá okkum er farin í svørt, so vit fáa ikki sent innsøg í løtuni. Tað verður arbeitt av øllum alvi uppá hetta, segði John Johannesen, vertur.
Nú klokkan hálvgun átta eydnaðist at fáa skipanina at rigga soleiðis at Dagur og vika slapp í luftina.
Dagført kl. 19:33.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald