
Í døgunum 9. til 13. januar er FabLab Vágur vertur fyri einum FabLab bootcamp, har umboð fyri FabLabs í Norðurlondum luttaka.
Hvørt ár í januar mánað verður skipað fyri einum bootcampi fyri FabLabs í Norðurlondum, og í ár er FabLab Vágur vertur. Endamálið við hesum er, at styrkja um samstarvi, netverka, at deila vitan og at fáa altjóða samstørv í lag.
Í fimm dagar verður skipa fyri verkstovum, framløgum, opnum FabLab’ið, árliga fundinum og samankomsti í Vági. Á bootcampinum í ár er evnið at endurskapað nýtt úr náttúrligum og lokalum tilfari. Luttakararnir á bootcampinum fara at arbeiða við m.a. ull og hornum, og mentan og list. Tilfar sum fyrr varð nýtt dagliga, men í dag verður størsti parturin av hesum burturbeindur. Tankin er, at luttakararnir frameftir kunnu arbeiða við hesum tilfari í ymiskum samanhangum.
- Verturin fyri bootcamparnar verður valdur árið fyri. Her leggur hvørt FabLab fram, og síðani atkvøða leiðararnir fyri FabLabini, hvør hevði mest áhugaverdu framløguna. Og í fjør varð FabLab Vágur stóri vinnarin, sigur Tina Tausen, leiðari í FabLab Vágur.
Sum nakað serligt sleppa luttakararnir at royna Føroya einasta escape room, sum FabLab Vágur hevur ment saman við Navid O’Lari úr Belgia. Navid hevur í tveimum umførum vitja FabLab Vágur í 2022 og luttekur eisini á bootcampinum sum serligur gestur.
Í alt verða 30 luttakarar - millum teir eru nakrir lærarar frá Vágs skúla. Tey luttakandi koma annars úr Danmark, Íslandi, Finlandi, Svøríki og Føroyum.
Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald