Innanlands

Facebook, Instagram og Messenger krassjað

Sosialu tænasturnar eru ikki tøkar, og enn er ikki greitt nær hetta kemur í rætt lag

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-10-04 18:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóru nettænasturnar Facebook, Instagram og Messenger eru ikki tøkar í løtuni.

Hesum boðar Facebook frá á Twitter seint seinnapartin.

Á heimasíðuni downdetetor.com, har fólk kunnu boða frá, um tey hava trupulleikar at sleppa á ymsar heimasíður, tykist feilurin at koma í fyri umleið 16.30 føroyska tíð.

Nú ein tíma seinni, eru fleiri enn 126.000 fólk sum hava gjørt vart við, at tey ikki sleppa á tænastuna.

Umframt Facebook, eru tænasturnar Instagram, Messenger og WhatsApp, sum Facebook eigur, fevndar av brekinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder