Størsti sosiali miðilin í heiminum, Facebook, legði ein skuffandi roknskap fram seint mikukvøldið - bæði í mun til umsetning og í mun til brúkaravøkstur.
Partabrævið í Facebook, sum annars var hækkað við 23% í ár, inntil roknskapurin varð lagdur fram, kavaði 20% niður eftirfylgjandi.
Ársfjórðingurin hjá fyritøkuni hevur eisini havt nógv rumbul við sær - har stjórin, Mark Zuckerberg, m.a. varð noyddur at vitna fyri amerikansku kongressini og ES-tinginum í sambandi við skandaluna um dátulekan hjá Facebook, tá ið dátur frá 87 milliónum brúkarum vórðu misbrúktar av einari politiskari greiningarfyritøku m.a. til forsetavalið í USA í 2016 og til Brexit fólkaatkvøðuna.
Ríkidømið hjá stovnaranum Zuckerberg minkaði sostatt við 20%, sum svarar til næstan 17 milliardir krónur, sambært miðilinum Bloomberg. Harvið fór Zuckerberg frá einum 3. plássi niður á eitt 6. pláss á milliarder-indeksinum hjá Bloomberg - fremst er Amazon-stovnarin Jeff Bezos, og á 2. plássi er stovnarin av Microsoft, Bill Gates.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald