Innanlands

Fær bót og klipp fyri ikki at akta forboð

Ein bilførari noyddi seg ígjøgnum Vágatunnilin í nátt hóast koyribann

2019-01-21 07:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan fer í dag at leita fram ein bil og skuldseta eigaran fyri, at hann, nakað eftir klokkan tvey í nátt, koyrdi ígjøgnum Vágatunnilin, hóast tunnilin var stongdur fyri ferðslu.

Tey arbeiða við at skifta ljósini undir loftinum á tunnlinum fyri tíðina, og tí er tunnilin stongdur frá klokkan 23 til klokkan 6 um morgunin. Ferðsla verður tó leidd ígjøgnum annan hvønn tíma.

Men tað eru ikki allir bilførarar, sum virða bannið og bummin, sum stendur tvørtur um koyribreytina í hvørjum enda.

Í gjár var tað ein, sum bara koyrdi uttan um forðingarnar og ígjøgnum tunnilin.

- Vaktirnir hava eyðlýsing av manninum og vit hava eisini nummarspjaldrið á bilinum. Hartil hava vit eisini vakmyndir av bilinum í báðum endunum. So í dag fara vit at finna fram til mannin, sigur vakthavandi á politistøðini.

- Vit hava nulltoleransu fyri slíkum atburði. Tað er ikki bara irriterandi og órógvandifyri fólkið, sum arbeiðir inni í tunnlinum, at ein bilur bara soleiðis kemur koyrandi meðan tey skulu hava frið til at gera sítt arbeiði, tað kann eisini vera sera vandamikið, leggur vakthavandi afturat.

Viðkomandi bilførari skal nú rokna við at fáa eina bót og eitt klipp í koyrikortið fyri lógarbrotið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder