Nógv umrødda føroyska distillaríið Faer Isles Distillery byrjar í dag sítt seinna almenna umfar av altjóða hópfígging. Málið er at útvega 6 milliónir krónur, sum fyrst og fremst skulu brúkast til at gera nýggjar íløgur á stykkinum hjá felagnum í Kvívíkshaganum umframt íløgur í grønari orkutøkni í framleiðslubygninginum í Vestmanna, so framleiðslan kann gerast meira umhvørvisliga burðardygg.
Felagið hevur rokkið einum týðandi máli við nú at vera í fullari whisky-framleiðslu. Harvið er truplasta tíðarskeiðið hjá einum nýggjum whisky-framleiðara av. Higartil eru brúktar 41 milliónir upp á verkætlanina, men tá eru allar neyðugar íløgur longu gjørdar.
Whisky skal búnast í trý ár á eikitunnu, áðrenn tað kann seljast á fløsku. Tískil væntast sølan at økjast munandi frá 2026. Faer Isles Distillery framleiðir umframt hágóðsku single malt whisky eisini vodka, akvavitt og ginn.
Fyrra umfarið av hópfígging í 2021 reisti knappar 7 milliónir krónur, tá íleggjarar úr 23 ymiskum londum settu pengar í felagið. Í dag eru 670 partaeigarar í Pf. Faer Isles Distillery. Bæði táverandi og núverandi útbjóðing og greiningartilfar eru góðkend av danska fíggjareftirlitinum.
Nýggja útboðið byrjaði fyri limum og verandi íleggjarum fríggjadagin, og longu fyrstu 24 tímarnar skrásettu fólk seg fyri 1 millión. Minstamarkið er 50 partabrøv á 110 krónur partabrævið.
Útboðið fer fram á heimasíðu felagsins, www.faer.fo. Har er ein íløguframløga at finna við tilfari um felagið og ætlanirnar fyri framman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald