Innanlands

Færri ivast í at búgva í Føroyum

Talið á útisetum, sum siga seg ikki vita, um tey skulu búgva í Føroyum eftir loknan lestur, er minkað við knapt 40% síðan 2012

2018-12-26 14:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Talið á útisetum, sum siga seg ikki vita, um tey skulu búgva í Føroyum eftir loknan lestur, er minkað við knapt 40% síðan 2012. Samstundis siga munandi fleiri, at tey vilja flyta til Føroyar innan eitt ár.

Hetta vísa tøl frá eftirmetingum, sum Jobmatch ger millum tey  vitjandi á hvørjum ár. Ein røð av spurningum verða settir, og ein av hesum er: “Ætlar tú at búgva í Føroyum?” Í 2012 svaraður 15% innan eitt ár,  meðan eftirmetingin frá 2017 vísir, at 27% ætla at búgva í Føroyum innan eitt ár. Samstundis eru tað munandi færri, sum svara “veit ikki” uppá spurningin um at búgva í Føroyum. Ì 2012 søgdu 31% seg ikki vita, men hetta tal er dottið niður á 19% í 2017.  Sum heild er ein yvirvág av kvinnum, sum siga seg ivast í, um tær skulu búgva í Føroyum. Millum 150 og 200 fólk senda inn eftirmetingarskjøl á hvørjum árið.

Árliga Jobmatch starvsstevnan verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 28. Desember, tá 61 arbeiðsgevarar bjóða seg fram við starvsmøguleikum. Til ber at bíleggja JobPrát á heimasíðuni jobmatch.fo

- Jobmatch

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder