Innanlands

Fakfeløgini vilja hava tingið saman

Fakfelagssamstarvið og Samtak heita á floksformennirnar um at virka fyri, at løgtingið verður kallað saman aftur sum skjótast at viðgera og samtykkja lógaruppskotið móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum

2019-05-11 16:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey bæði fakfelagssamtøkini á føroyska arbeiðsmarknaðinum, Fakfelagssamstarvið og Samtak, heita á floksformennirnar um at virka fyri, at løgtingið verður kallað saman aftur sum skjótast at viðgera og samtykkja lógaruppskotið móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Hesum boða tey frá í tíðindaskrivi.

- Føroyar eru einasta Norðanlandið, sum ikki hevur eina lóg móti diskriminatión á arbeiðsmarknaðinum. Tað er ikki virðiligt og kann á ongan hátt verjast ella góðtakast, at Føroyar framhaldandi verða verandi eftirbátur, tá ið umræður grundleggjandi løntakararættindi og -verju. Hesin skeivleiki má rættast, siga fakfeløgini í skrivi til floksformennirnar í dag.

Lógaruppskotið móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum var eitt av uppskotunum, sum fall fyri tíðarfreistini, nú løgtingið fór í summarfrí. Nú heita tey bæði fakfelagssamtøkini á floksformennirnar um at gera sítt til, at tingið verður kallað saman aftur at viðgera uppskotið.

Feløgini vísa á, at hettar er triðju ferð, at slíkt uppskot er fyri á løgtingið seinastu tvey árini.

- Tað kann als ikki góðtakast at eitt uppskot, sum er so væl gjøgnumarbeitt og so týdningarmikið fyri føroyska løntakaran, enn einaferð standar í politisku skipanini, tí hettar hevur einki við partapolitikk at gera, siga tey bæði fakfelagssamtøkini, sum umboða stóran part av føroysku løntakarunum.

- Vit fara tí staðiliga at heita á tykkum sum formenn fyri politisku flokkarnar um at virka fyri, at føroyski løntakarin ikki einaferð enn verður settur í bíðistøðu, men at lógin móti mismuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum hesaferð kann verða samtykt, siga feløgini í áheitan síni til floksformennirnar.

Í skrivinum stendur soleiðis:

Áheitan á politisku flokkarnarnar: Lógin móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum

Vit vilja við hesum heita á tykkum sum formenn fyri politisku flokkarnar um at virka fyri, at løgtingið verður kallað saman aftur sum skjótast at viðgerða og samtykkja løgtingsmál nr. 153/2018: Uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðnum.

Tað er av alstórum týdningi fyri føroyska løntakaran, at vit langt um leingi fáa eina lóg móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Hettar er triðju ferð, at eitt slíkt uppskot er lagt fyri tingið, og tað kann ikki góðtakast, at eitt mál, sum er so týdningarmikið fyri føroyska løntakaran enn einaferð steðgar í politisku skipanini. Hettar er eitt satt bakkast fyri løntakaran og rættindi hansara.

Lógaruppskotið hevur verið ávegis í tvey ár. Tað er gjølliga viðgjørt og búgvið til støðutakan. Í hesum umfarinum er uppskotið viðgjørt í einum fakligum fylgibólki, júst sum mælt varð til í fyrru viðgerðunum. Ikki færri enn 17 áhugapartar, aðalráð, fakfeløg, áhugafeløg og onnur við, hava hesaferð gjørt skrivligar viðmerkingar til uppskotið. Eisini hava fleiri partar verið til hoyringar í rættarnevndini. Afturat hesum kemur, at uppskotið eisini hevur verið til ummælis og hoyringar í tveimum undanfarnum tingsetum. Samanumtikið er hetta uppskotið tí væl lýst og viðgjørt og helst væl betri gjøgnumarbeitt enn nógv onnur lógaruppskot, ið tingið hevur samtykt. Nógvar tillagingar eru gjørdar, eftir fakligum tilmælum, og eingin ivi er um, at uppskotið í dag er búgvið til endaliga støðutakan og samtykt.

Hettar lógaruppskotið er púrasta leyst av partapolitikki. Tað viðvíkur útvið 30.000 løntakarum, sum hoyra til allar politiskar flokkar. Aðrastaðni hevur lógin prógvað, at hon hevur verið eitt satt frambrot fyri eittnú fólk við breki og hevur eisini forðað fyri aldursdiskriminatión. Tað átti at verið púra natúrligur áhugi hjá øllum flokkum á tingi, at løntakararnir í Føroyum langt um leingi unnast somu rættindi og løntakaraverju, sum løntakararnir í øllum okkara grannalondum hava havt í nógv ár.

Føroyar eru einasta Norðanlandið, sum ikki hevur eina lóg móti diskriminatión á arbeiðsmarknaðinum. Tað er ikki virðiligt og kann á ongan hátt verjast ella góðtakast, at Føroyar framhaldandi verða verandi eftirbátur, tá ið umræður grundleggjandi løntakararættindi og -verju. Hesin skeivleiki má rættast.

Vit fara tí staðiliga at heita á tykkum sum formenn fyri politisku flokkarnar um at virka fyri, at føroyski løntakarin ikki einaferð enn verður settur í bíðistøðu, men at lógin móti mismuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum hesaferð kann verða samtykt.

Vinarliga

Fakfelagssamstarvið: Starvsmannafelagið, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfelag, Føroya Lærarafelag, Akademikarafelag Føroya og Havnar Arbeiðskvinnufelag og Samtak: Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder