Ætlaða útskjótingin av amerikansku rakettini SpaceX Falcon 9 og tilhoyrandi rúmdarhylkinum, Crew Dragon, varð í gjárkvøldið støðgað 16 minuttir áðrenn ásettu tíðina.
Veðrið við rakettstøðina Kennedy Space Center í Florida var ov vánaligt. Rakettin skuldi eftir ætlan verið skotin avstað klokkan 21.33 okkara tíð.
Ikki síðan 2011 eru amerikanarar sendir út í rúmdina av egnum landaøki, og ongantíð fyrr er tað gjørt við eini privatari rakett. Tí var talan um eina søguliga útskjóting, ið varð støðgað og útsett í gjárkvøldið.
Astronautarnir umborð, Robert Behnken og Douglas Hurley, skuldu sendast út á altjóða rúmdarstøðina ISS. Mein teir fáa enn ein møgulgika. Eftir ætlan verður rakettin skotin út leygardagin ístaðin.
Tað er amerinanski ríkmaðurin Elon Musk, sum stendur aftan fyri SpaceX rúmdarverkætlanina. Ætlan hansara er í framtíðini sjálvur at fara út á gongustjørnuna Mars.
Strong krøv eru til veðrið tá mannaðar rakettir verða skotnar út. NRK skrivar, at neyðugt er við góðveðri í einum rættiliga stórum øki fram við strendurnar heilt upp til Kanada og yvir Atlantshav heilt eystur móti Írlandi.
Seinast amerikanska rúmdarverkætlanin Nasa sendi astronautar út í egnum rúmdarfari var í 2011 við rúmdarferjuni Atlantis. Tá var Hurley eisini skipari. Hann legði eitt flagg í rúmdarstøðina, sum hann lovaði, at amerikanskir astonautar skuldu koma eftir aftur í egnum rúmdarfarið skotið av amerikanskari jørð.
Nú sær út til, at hann sjálvur kann halda hetta lyftið.
Eftir at tann seinasta rúmdarferjan varð parkerað, hevur Nasa brúkt russiskar Sojus-rakettir til at føra fólk og tilfar til og frá altjóða rúmdarstøðini.
Sambært serfrøðingi hjá Norsk Romsenter, er hetta rættiliga kostnaðarmikið, og ikki serliga heppið fyri USA, sum metir seg at vera førandi í mannaðu granskingini av alheiminum. Hvørt pláss umborð á eini russiskari Sojus, kostar amerikanarum góðar 70 milliónir dollarar.
So nú amerikanarar sjálvir aftur senda síni fólk út, verður hetta eisini ein týðandi inntøkumissur fyri russisku rúmdarvirksemið.
Útskjótingin er sett til at vera leygardagin 30. mai klokkan 15.22 lokala tíð, tað er klokkan 20.22 okkara tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald