Á miðnátt sóðust tríggir sløkkibilar uttanfyri Bakkafrost í Viðareiði, men talan var ikki um eld. Sjálvvirkandi ávaringarskipanin hevði sent boð til støðina í Havn, sum síðani ringdi á alarmsentralin, sum sendi sløkkibilarnar avstað.
Á Norðoyar Sløkkiliði boða tey frá, at hettar er fyrstu ferð, at hettar er hent á Bakkafrost, men at tað ikki er óvanligt at skipanir sum hesar boða frá eldi uttan at eldur er í.
- Ein verður tó sjálvandi noyddur at taka alarmin í álvara líkamikið hvat, sigur vakthavandi hjá Norðoya Sløkkiliði, ið also sendi tríggjar bilar til Viðareiðis.
Viðkomandi greiðir eisini frá, at Bakkafrost allarhelst onga rokning fær, hóast tað nokk eigur at verða soleiðis. Hann sigur, at í Danmark er tað nokk soleiðis, at ein rokning veðrur send til virkið, um alarmur fer í gongd.
- Men skipanin er so nýggj hjá okkum, at vit ikki hava praktisera tað, leggur hann afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald