Innanlands

Familju- og vinabond draga føroyingar heim

Nýggj kanning hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi vísir, at broytingar í hjúnarbandslógini geva føroyingum hug at flyta heim

(Mynd: Erika Høgnadóttir/Javnaðarflokkurin á Fólkatingi)

(Mynd: Erika Høgnadóttir/Javnaðarflokkurin á Fólkatingi)

2019-05-01 14:41 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í morgin skipar Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fyri tiltakið í Perluni í sambandi við, at flokkurin hevur gjørt nýggja kanning um hugin hjá føroyingum í Danmark at flyta heim. 

Kanningin staðfestir góðu gongdina seinastu árini, sum hevur víst at fleiri føroyingar flyta heim enn áður. Serliga eru tað familju- og vinabond, sum draga føroyingar heim, men luttakarinir í kanningini halda eisini, at ein hugsburðsbroyting seinastu árini, sum ger upp við afturhaldssinnaði virðir, gera tað betri at flyta heim. Luttakarinir halda, at hendan uppgerð speglast aftur broytingini í hjúnarbandslógini, sum gevur samkyndum rætt at giftast. 

Føroyingarumhvørvini draga til Danmarkar - men eisini heim 
Sambært kanningini, eru tað føroya-umhvørvini niðri, sum draga føroyingar til Danmarkar at lesa. 

- Eg visti, at eg hevði vinir í Aarhus, sum høvdu tað gott har tey búðu. Tað kendist náttúrligt at joina tey, og tað gjørdi eg so. Eg hugsaði ikki meira um tað, sigur ein luttakari, sum eins og hinir eru dulnevndir, eitt nú í kanningini. 

Men sambært kanningini gera føroyaumhvørvini eisini, at føroyingar dragast til Føroyar eftir loknan lesna. 

- Í stuttum ber til at siga, at hesi somu sosialu sambondini, sum draga føroyingar til Danmarkar, eisini gera sítt til, atútisetar venda nøsina heimaftur, tá lesturin er lokin, staðfestur kanningin millum annað. Víst verður á, at fólk ofta flyta heim, eftir at føroyingar í vinaumhvørvinum flyta heim. 

Kanningin sigur eisini, at umframt at vinabondini draga til Føroyar, draga familjubondini eisini. Allir luttakarinir í kanningini eru siga, at um tey fáa familju, ynskja tey at børnini vaksa upp í Føroyum. 

Bústaðartrot ávirkar negativt 
Alt í kanningini er ikki positivt. Eitt, sum eins og áður verður víst, er at tað mangla bústaðir til tey, sum flyta heim aftur. Fleiri av luttakarunum í kanningini siga, at egin bústaður er ein fyritreyt fyri, at tey vilja flyta heim aftur. 

- Um eg ikki finni bústað, havi eg ikki hug at flyta heim. Eg veit eg kann búgva hjá teimum gomlu, men eg haldi meg vera ov gamla til tað. Eg skal hava egnan bústað, sigur tann eini luttakarin í kanningini millum annað. 

Víst verður eisini á, at tað er trupult at finna bústað í Føroyum sum stakur, tí leigu- og lánsútreiðslur í flestu førum krevja tvær inntøkur. 

Tað er Brandur Mortensen Nolsøe, samfelagsfrøðingur, sum arbeiðir fyri Sjúrð Skaale, sum hevur gjørt kanningina fyri fólkatingsmannin. Talan er um samrøðukanning, sum er gjørd við at tosa við 18 føroyingar, sum vóru í aldrinum 21-32 ár. Átta kvinnur og tíggju menn luttóku í kanningini, og meðan trettan av luttakarunum enn búðu niðri, vóru 5 fluttir heim nýliga. Í kanningini verður eisini á, at kanningin skal takast við tí fyrivarni, at ávís sjónarmið ikki eru umboðað eins væl og onnur. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder