Nú nýtt kirkjuár byrjar sunnudagin 28. november, sum samstundis er 1. sunnudagur í advent, skipar Vágs kirkja fyri familjuguðstænastu.
Tað er sunnudagsskúli í Meinigheitshúsinum, sum saman við lærarum í Vágs skúla og degninum, sum koma at skipa fyri.
Á skránni er nógvur sangur og søga, og eftir guðstænastuna er ítriv.
Umframt barnavinarligar sangir og søgu, er leisturin skipaður sum vanlig guðstænasta við 2-3 sálmum og tekstinum, ið hoyrir til dagin.
Familjuguðstænasta byrjar klokkan 11, og tá ið hon er liðug umleið 11.45, er møguleiki hjá teimum vitjandi at sita eina løtu og gera ítriv saman, soleiðis at øll familjan er saman, virkin og hugsavna til sang, søgu og ítriv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald