Hátíðardámur verður við nýggja bergholsmunnan í Famjin seinnapartin hósdagin, tá seinasta skotið í tunnlinum verður latið av.
Í hesum sambandi skipar Landsverk fyri almennari átíðarløtu frá klokkan 14, har øll eru vælkomin, skrivar Landsverk á heimasíðuni.
Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki, fer at bjóða vælkomin, og síðani heldur Dennis Holm, landstýrismaður við samferðslumálum, røðu. Eftir hetta fara Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, og Sigtór A. Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, at siga nøkur orð. Tvøroyrar Hornorkestur spælir til hátíðarløtuna.
Eftir røðurnar fer Svend Joensen, elsti maður í Fámjin at trýsta á knøttin fyri at skjóta seinasta skotið.
Aftaná bjóðar Landsverk til kaffi og køku í tjaldinum uttan fyri bygdarhúsið í Fámjin.
Vegurin millum Ørðavík og Fámjin verður stongdur millum kl. 14 og 15. Til ber ikki at parkera bilar framvið landsvegnum, tí verður heitt á fólk um at koyra oman til Fámjins, haðani bussar koyra fólk niðan til tunnilsmunnan frá kl. 13.15 og oman aftur í bygdina, eftir at skotið er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald